Gosbað

Hugsar tú at keypa eitt gosbað? Í tøttum samstarvi við framleiðsluna, sniðgeva vit okkara gosbað á goymslu við øllum hentleikum og við møguleikum til eykaútgerð. Hetta samstarv við framleiðsluna letur okkum eisini sniðgeva júst tað sniðið, ið tær tørvar.

Lay Z Spa

Mest selda gosbað í Føroyum! Sum umboð í Føroyum, hava vit goymslu av eftirspurdum sniðum og í ymsum støddum í landinum, so tú kanst fáa tað alt fyri eitt. Eisini hava vit allar eykadeilir og eykaútgerð til Lay-Z Spa.

Vatnrøkt

Góðskan í vatninum er avgerandi, um tú skalt fáa eitt gott upplivilsi hvørja ferð tú ert í tínum gosbað. Vit umboða ActivSPA røðina, í er serliga útint til smærri vatnmongdir, upp til 15.000 litrar. Eisini er ActivSPA sera lætt at brúka – sjálvt hjá tí óroynda.

Útgerð

Her kanst tú seta tín egna dám á títt Lay-Z Spa. Hentleikar sum kopphaldari, nakkapútur og ledljós, eru við til at gera títt Lay-Z Spa persónligt. Eisini hava vit aðrar meiri praktiskar hentleikar, so sum vakum-reinsari, undirlag og vaskisett.

Góð heilsa til øll

Felags fyri okkara vøruúrval er, at veita dygdarvørur til vælveru og samveru. Uttan mun til aldur, heilsustøðu ella fíggjarligt rásarúm, hava vit okkurt, ið passar júst til tín.

Tænasta áðrenn og eftir

Grundarsteinurin í okkara virksemi er, at tú altíð fær ta ráðgeving og vegleiðing, sum tær tørvar. Bæði áðrenn og eftir.

40 hitastig árið runt

Uttan mun til um talan er um gikt, skaða ella bert til stuttleika, so hevur kroppurin gott av at verða hitaður. Gosbað og hitaklivi eru vælvera fyri bæði sinn og skinn.

BERG PlayBase

BERG Trampoliner