Lay-Z-Spa hevur innbygt mýkingaskipan við Air Jets og HydroJets dýsir/luftblørður, sum kennist sera væl fyri kroppin. Gosbaðið kann hitast upp til 40 stig, við einari einfaldari talgildari pumpuskipan, sum er løtt at stilla. Tá tú keypir Lay-Z-Spa fylgir ein verja við. Hetta er til at halda gosbaðið viðlíka og at minka um hitatap.
Øll Lay-Z-Spa eru útgjørd við einari friðarligari og nýhugsandi pumpuskipan. Við hjálp at einari innbygdari talgildari fjarstýring, er lætt at stilla hita, av/á blørður og “power saving mode”, sum sparir orku. Tú kanst bert velja ímillum nýggj modellir av uppblásiligum gosbaðum og við í keypinum fylgir eitt 2 ára garanti við.
Tað tekur bert 15 minuttir at seta gosbaðið upp. Tað er sjálvuppblásiligt og tekur bert 2 minuttir. Síðani setir tú pumpuna til, fyllir tað við vatnið og so er klárt at brúka. Gosbaðið er lætt at tøma við at hála nøgluna úr botninum. Hevur tú trupulleikar at seta upp, liggja vegleiðingar-video á síðuni. Tú kanst eisini ringja til okkum, um tú framvegis ivast.
Lay-Z-Spa er eitt uppblásiligt gosbað, sum kann stillast júst har tú hevur pláss til tað. Dámar tær ikki staðsetingina er tað sera lætt at flyta tað, so at tað ikki er í vegin. Øll gosbað hava eitt undirlag sum verju, og soleiðis at gosbaðið stendur so væl sum til ber. Tú kanst seta gosbaðið har til vilt, um bert tú hevur 10A sikkring, 230 Volt og avgerðandi neyðugt at tú hevur jørð.
Vit hava fleiri snið av Lay-Z-Spa. Tú kanst velja millum 2-4 pláss og upp til 6 pláss. Nýtist tær ikki nógv pláss, kanst tú keypa eitt BaliAir, sum er til 2-4 persónar og nýtist tær nógv pláss, kanst tú keypa Hawaii HydroJets Pro, sum er til 4-6 persónar.