Gosbað.fo varð stovnað í 2019 og upprunin til navnið er eisini upprunin til byrjandi virksemið, ið er at selja gosbað og tilhoyr. Síðani er vøruúrvalið vaksið til annað, ið hoyrir til túnið, havan og frítíðina annars.
Í dag eru vit førandi á marknaðinum í Føroyum, at veita kappingarførar vørur, ið hóska til familjur, sum hava eitt tún, sum eisini er okkara fremsti málbólkur. Vit hava tætt samstarv við okkara veitarar, sum ger tað møguligt hjá okkum at veita bestu tænastuna í Føroyum. Eitt nú, tá talan er um slitdeilir, ynskja vit at hava hesar á goymslu, so kundin hevur møguleika at umvæla vøruna.
Hví uttandura leikur?
At uppliva føroyingar brúka alsamt meira tíð í túninum hjá sær sjálvum, byrti áhugan, at víðka um úrvalið av leikum. At gleða “leikandi sálir” enn meira.
At valið fall á BERGtoys er einfalt, tí talan er um eina familjufyritøku í Hollandi, sum bert framleiðir leikur og útgerð í høgari góðsku. Tramplinirnar halda snøgt sagt betri enn aðrar. Go-Carts og rennusúkklur frá BERGtoys eru eisini sera stabilar, og kunnu eisini nýtast eitt nú á barnaansingarstovnum. Og um nakað skuldi verið áfatt, so eru eykalutir lætt atkomuligir frá veitaranum.
At geva kundanum møguleikan at umvæla slitdeilir, á annars væl viðfarnum vørum, er avgerandi fyri okkum. Vit ynskja at vera við til at stuðla endurnýtlsumentanini, ið lukkutíð stendur í vøkstri.
Veitarar
Vit hava umboð uppá vørumerkini: