BÍLEGGING

Eftir at hava bílagt vøru á heimasíðuni fært tú ein teldupost sendandi, við upplýsing um bílagda vøru. Hereftir senda vit eina váttan til tín við einum faktura, á bílagda vøru.

AVGREIÐSLA

Um ongin avtala er gjørd senda vit vøruna við Posta, so skjótt sum bíleggingin er móttikin og goldin. Um partar av vøruni ikki eru á goymslu, bíða vit at senda, til alt er komið. Tú hevur eisini møguleika at heinta vøruna í Millum-Gilja 18, 188 Hoyvík – eftir avtalu á tel. 252626.

GJALDING, PRÍSIR & SENDING

Gjalding fer fram við bankaflyting á konto 9181-525.036.8. Flytingin skal viðmerkjast við faktura nummar. Til ber eisini at gjalda kontant við heintan, um kundin hevur valt at heinta vøruna. Um kundin hevur valt, at vøra skal sendast, verður vøran verður send, tá inngjaldið er skrásett. Allir prísir eru íroknað MVG.

VEITINGARPRÍSIR:

Veitan av vøru yvir 100 kg. er 1.500,00 kr. Er tørvur á serflutningi verður onnur avtala gjørd. Veitan av smásølu er í samsvar við prísirnar hjá Posta + 30 kr. í ómaksgjald. Tú hevur 14 dagar frá tí, vøran er keypt, at angra títt keyp. Freistin er at rokna frá tí degi, tú hevur móttikið bíleggingarváttanina. Gosbað.fo skal tá hava vøruna senda aftur við postinum í sama standi og óútpakkað, sum tá tú keypti hana.

So skjótt sum Gosbað.fo hevur móttikið vøruna í sama standi og óútpakkað, sum tá ið hon varð keypt, rindar Gosbað.fo peningin fyri vøruna aftur á konto ella tú fært aðra vøru ístaðin. Keyparin skal gjalda fyri at senda vøruna aftur. Um feilur er við vøruni, verður vøran sjálvandi tikin aftur, og tú fært aðra vøru ístaðin. Neyðugt er at hjáleggja bíleggingarváttan.

Um tú angrar títt keyp, so skal vøran sendast til:

Gosbað.fo
Millum-Gilja 18
188 Hoyvík

Neyðugt er at hjáleggja bíleggingarváttan.

TRYGD & COOKIES

Fyri at kunna keypa frá okkum er neyðugt at útvega persónligar upplýsingar, so sum navn, bústað, teldupostadressu, telefonnummar. Gosbað.fo verjir persónligu upplýsingarnar, sum vit fáa frá tær. Upplýsingarnir verða brúktir til at avgreiða títt keyp. Tað er ein tøknilig fyritreyt, um keypast skal um telduna, at ávísar upplýsingar verða goymdar á tíni teldu. Hetta verður nevnt ”cookies”. Tað vil siga, at síðan kennir teg aftur, tá ið tú vitjar síðuna aftur.

Deil uppslagi