1. stig: pH virðið

pH virðið í vatninum er altíð fyrsta stig, tá vatnið skal gerast klárt til brúk. pH virðið vísur um vatnið er súrt ella basiskt og hetta er heilt avgerðandi at vita, tá man eigur eitt gosbað. Um pH virðið ikki er ílagi, hevur hetta avgerðandi ávirkan á vatngóðskuna. Tað fyrsta og mest avgerðandi er altíð fyrst at máta og tillaga pH virðið í vatninum.

pH virðið skal allatíðina liggja millum 7,0 og 7,4

2. stig: bakteriu-drepandi evni

Vatnið skal altíð vera reint og klárt, soleiðis at tað altíð er eitt trygt og sunt stað at slappa av í. Vatnið er alla tíðina útsett fyri skittið og bakterium. Og bakteriurnar kunnu skjótt nørast, tá vatnið er meira enn 20 stig. Fyri at sleppa undan hesum, verður klor ella aktiv ilt brúkt.

Tey evnini, ið verða nýtt til at drepa bakteriurnar ella halda teimum burturi eru sonevndir oxidantar, sum umfata evnið, ið innihalda annahvørt klor ella aktiva ilt. Felags fyri bæði er, at tað skal afturvendandi fyllast í vatnið.

Mongdirnar av bakteriudrepandi evnunum svinga og valdast um pH virðið, hitan og reinligheitini av vatninum. Millum annað skulu størri mongdir av bakteriudrepandi evnum í vatnið, um pH virði ikki er ílagi. Tað sama er galdandi, tá gosbaðið verður nógv brúkt.