Tá tú eigur eitt uttandura gosbað, hevur tú ábyrgd fyri, at trygdin er ílagi. Her eru nakrar grundleggjandi treytir at fyrihalda seg til.

Hitin í gosbaðnum má ongantíð vera hægri enn 40 stig. 38 til 40 stig verður roknað sum trygt.

um børn ella barnakonur eru í gosbaðnum, má hitin ongantíð vera meira enn 38 stig.

Børn mugu ongantíð vera í gosbaðnum uttan at vaksin fylgja við.

Fólk við hjarta- ella blóðtrýsttrupulleikaum, eiga at tosa við læknan áðrenn tey brúka gosbað.

Fær ikki í gosbaðið, um dysurnar eru óvirknar.

Tað er umráðandi at tað altíð eru fleiri enn ein persónur tilstaðar, tá ein fer í gosbað.