Tá tú eigur eitt uttandura gosbað, hevur tú ábyrgd fyri, at trygdin er ílagi. Her eru nakrar grundleggjandi treytir at fyrihalda seg til. Hitin í gosbaðnum má ongantíð vera hægri enn 40 stig. 38 til 40 stig verður roknað sum trygt. um børn ella barnakonur eru í gosbaðnum, má hitin ongantíð vera meira enn 38 stig. Børn mugu ongantíð vera í gosbaðnum uttan at vaksin fylgja við. Fólk við hjarta- ella blóðtrýsttrupulleikaum, eiga at tosa við læknan áðrenn tey brúka gosbað. Fær ikki í gosbaðið, um dysurnar eru óvirknar. Tað er umráðandi at tað altíð eru fleiri enn ein persónur tilstaðar, tá ein fer í gosbað.
Tað er sera umráðandi, at brúkta vatnið ikki verður skolað út í jørðina, tí hetta er ikki gott fyri umhvørvið. Tí skal vatnið verða beint í eitt frárensl.
Ja, tað kann tað saktans. Á nethandli okkara hava vit klorfríar vørur, sum kunnu nýtast í staðin fyri klor. Tó skal havast í hugað, at vatnið tá krevur týttari viðgerð.